2019-04-07 17:06
Beint eftir klokkan trý seinnapartin fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum bili inni á Sundi.
Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum, og eldurin varð sløktur.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at bilurin varð rættiliga brendur, men at maðurin, sum sat í bilinum hevur tað gott.
Enn ber ikki til at siga, hví eldur kom í bilin, men bilurin verður nú kannaður nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald