2018-11-05 17:34
Klokkan 15:45 fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum sethúsum á Tvøroyri.
Eldurin kyknaði og breiddi seg í húsunum eftir sveisiarbeiði, sum fólk vóru í ferð við, sigur vakthavandi á løgregluni við útvarpið.
Nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum og enn er óvist hvussu nógvan skaða sethúsini hava fingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald