Innanlands

Eldurin kyknaði í ruskspann

Nú skal kannast um eldurin í pisshúsinum á Vaglinum varð ásettur

(Mynd: Ronnie Thomassen)

(Mynd: Ronnie Thomassen)

2024-11-09 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um trý tíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um eld í pisshúsinum á Vaglinum.

Eldslogar stóðu út frá pisshúsinum, sum er almenna vesið í Mylnugøtu sum gongur av Vaglinum oman í Vágsbotn. Vesið liggur undir jørð frammanfyri ráðhúsið.

Løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðnum, og eldurin varð sløktur tjúgu minuttir í fýra, sigur løgreglan.

[object Object]Soleiðis sá út um trý tíðina seinnapartin

At síggja til sær bendir á, at eldurin er kyknaður í einari ruskspann. Ilt er at siga, um eldurin er ásettur, men hetta skal kannast.

Nøkur fólk vóru biðin um at fara út frá Hotek Tórshavn, tí roykur kom inn har. Kannað varð eisini um fólk var inni á vesinum, men har var eingin at finna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder