Tað hevur higartil gingið upp og niður á partabrævasamanseting okkara, sum vit valdu frá ársbyrjan 2026.
Oktober mánaði var tó ein góður mánaði, har ið samlaða kursvinningurin var +3,27%.
Samlaða avkastið uttan vinningsbýti fyrstu 10 mánaðirnar í 2026 var +6,01%.
Við útgoldnum vinningsbýti í 2026 var samlaða avkastið +8,18% (áðrenn skatt).
Trýst á myndina fyri at síggja hana størri
Niðanfyri sæst tann nágreiniliga útrokningin av samlaða avkastinum fyrstu 10 mánaðirnar fyri partabrøvini, vit hava útvalt í 2026.
Trýst á myndina fyri at síggja hana størri
Av teimum 12 partabrøvunum hava 9 partabrøv positivan kursvøkstur, íroknað vinningsbýti, meðan 3 partabrøv hava kursfall fyrstu 10 mánaðirnar. Harumframt var partabrævið DS Norden 1.juli selt við vinningi á 6,94% og var skift út við Carlsberg B, sum higartil hevur havt ein góðan kursvøkstur á 14,05%.
Partabrøvini sum øktust og minkaðu mest í virði
Størsta vøksturin í kursvirðinum í oktober mánaði høvdu DSV við 20,46%, Carlsberg B við 13,99% og Mowi við 6,98%.
Størstu kursfallið í oktober høvdu ABB ltd við -10,65%, Siemens AG við -3,63% og GN Store Nord við -3,61%.
Føroysku partabrøvini sum heild positiva gongd í oktober
Føroya Banka partabrævið er økt rímiliga nógv síðstu tíðina eftir at hava haft eina niðurgongd fyrr í ár. Føroya Banka partabrøvið hevði eitt samlað kursfall á -0,87% fyrstu 10 mánaðirnar. Men tá ið útgoldið vinningsbýti til partaeigarar hjá Føroya Banka verður tikið við, er samlaða avkastið fyrstu 10 mánaðirnar í alt +11,75% áðrenn skatt.
Føroya Banki hevur boðað frá einum betri mettum ársúrsliti enn upprunaliga mett. Marknaðurin tykist at hava lønt Føroya Banka partabrævinum við tí góðu gongdini og góðu útlitunum, við tað at partabrævakursurin síðani mai mánaði er vaksin góð +25%.
Bakkafrost partabrævið hevur havt skiftandi gongd ígjøgnum alt árið. Samanlagt hevur Bakkafrost partabrævið havt eina afturgongd, tá bert verður hugt eftir kursinum í norskum krónum. Afturgongdin er -11,8%. Men av tí at norska krónan er økt umleið +13% higartil í ár, so ávirkar hetta jaligt uppá íløguna í Bakkafrost partabrøvið.
Uttan vinningsbýtið er kursvøksturin í Bakkafrost partabrævið mált í donskum krónum +0,92% og við vinningbýti +2,63% fyrstu 10 mánaðirnar.
Bakkafrost legði annars fram roknskapin fyri 3 ársfjóring 2. november, og er kursurin fallin umleið 7% síðani tá. Orsøkin er sambært norska netmiðlinum ilaks.no serliga, at marknaðurin hevði væntað eitt rakstrarúrslit á 228 mió.kr., men staðfesta úrslitið gjørdist 128 mió.kr.
Tó eru eisini ítøkilig jalig tekin í útmeldingini frá Bakkafrost leiðsluni, har mett verður eitt nú at gongdin við størri smoltum og øktari slaktivekt í Skotlandi gongur rætta vegin, og vil betra um úrslitini í Skotlandi næstu tíðina.
Møguligar broytingar í partabrævasamanseting
Vit velja ongar broytingar at gera í okkara partabrævasamanseting hendan mánaðin.
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald