Innanlands

Elisabeth Petersen vann bilin í Landsinnsavningini

Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi til hennara beinleiðis undir sendingini og fortaldi, at hon hevði vunnið bilin.

Jóannes Eidesgaard, Elisabeth Petersen og Rúni Djurhuus

Jóannes Eidesgaard, Elisabeth Petersen og Rúni Djurhuus

2026-11-03 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina.

Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin. Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi til hennara beinleiðis undir sendingini og fortaldi, at hon hevði vunnið bilin.

Bilurin varð handaður hjá Wenzel, har Rúni Djurhuus og Jóannes Eidesgaard tóku ímóti.

3,9 milliónir krónur blivu savnaðar inn á Landsinnsavningini í Norðurlandahúsinum, sum varð send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder