Eftir ein gongutúr á umleið 50.000 kilometrar og vardi í næstan trý áratíggju, er Karl Bushby nú aftur heima í Hull í Onglandi.
Tað var í 1998, at tann tá 29 ára gamli maðurin teknaði eina striku á heimskortið, og byrjaði longu gonguferð sína heilt sunnast í Kili.
Málið var at ganga jørðina runt og heim til Onglands á egnum beinum. Í viðførinum hevði hann einans eitt tjald, eitt sindur av pengum og eitt plastikkmyndatól.
Longu frá byrjan tók hann avgerð um ikki at venda heim fyri enn hann hevði gingið alla leiðina.
At byrja við, var ætlanin at ferðin skuldi taka tíggju ár, men orsaka av serligum fysiskum og geopolitiskum avbjóðingum, tók ferðin nógv longri tíð.
(Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Karl Bushby hevur greitt BBC frá, at hann bert hevur brúkt umleið 15 av hesum 28 árunum til at ganga.
Hesa tíðina hevur Bushby høgt seg gjøgnum frumskógir í Miðamerika, gingið um ísin í Beringssundi millum Alaska og Russland og svomið um Kaspiska havið og Ermasund.
Eisini hevur hann sitið fongslaður í Panama, verið hóttur við byrsu í Meksiko og seinkaður av visummyndugleikum, fíggjarkreppuni 2008 og koronafarsóttini.
Karl Bushby er tann fyrsti nakrantíð, sum hevur gingið kring jørðina og eigur sostatt heimsmetið fyri longsta samanhangandi gongutúrui, skrivar The Guardian.
Dragandi slitna vogn sín við seinastu ognunum, varð 57 ára gamli Bushby heilsaður av fleiri hundrað fólkum, tá hann í gjár kom heim til Hull.
(Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Málið var barnaheimið, har mamma hansara, 36 ára gamli sonurin og 12 ára gamla abbabarnið tóku ímóti honum.
Karl Bushby metir, at tað fer at taka honum eina løtu til at venja seg við nýggja gerandisdagin eftir at hava brúkt helmingin av lívi sínum til gongu.
- Alt eg eri og alt eg kenni um meg sjálvan fer nú at hvørva. Eg rokni við at koma í eina samleikakreppu, segði Bushby við BBC.
Hann verður tó ikki arbeiðsleysur, tí sambært BBC arbeiðir hann við eini nýggjari bók og ætlar at ferðast runt og halda fyrilestrar komandi tiðina, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters og AP sum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald