placeholder
Innanlands

Eldurin kyknaði í køkinum

Løgreglan hevur nú funnið orsøkina til eldin í Hovi

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2018-07-17 22:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var seinnapartin í gjár, at eldur kom í eini sethús í Hovi. Løgreglan hevur í dag verið og gjørt kanningar, og orsøkin til eldin er nú funnin.

Eldurin kyknaði í køkinum, sigur løgreglan, sambært in.fo

Eigarin av húsunum, ið var einsamallur inni, hevði sett eina grýtu á komfýrin, men hevði síðani gloymt plátuna. Tí festi tað fyrst í grýtuna, og síðani fór eldurin upp í roykhettuna, og skjótt breiddist hann um alt húsið.

Eigarin slapp úr húsunum í øllum góðum.

Talan var um ógvusligan eld, og tað tók sløkkiliðnum fleiri tímar at sløkkja hann. Húsini eru nú so illa farin, at tey eru klár at ríva niður. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder