
Í løtuni arbeiðir Elinborg Pálsdóttir við einari nýggjari útgávu, og nú hevur hon fingið ein av sínum sangum við í eina kenda Netflix-røð.
Í dag er næsta "sesong" av Ragnarok komið út á stroymingarpallin. Talan er um eina norska sveimrøð, ið er bygd á norska mytologi. Har ber til at at hoyra ein føroyskan sang og eitt føroyskt lag.
Elinborg framførir her á G-festivalinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tónleikurin hjá Elinborg hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt í norskum sjónvarpið. Fyrr í ár legði Elinborg tónleik til eina norska sjónvarpslýsing hjá YR á NRK, og nú er lag hennara ‘’Brimið’’ komið við í Ragnarok.
- Hetta er komið í lag í samstarv við Mahogni Music Publishing, sum arbeiðir fyri at fáa líknandi møguleikar í lag. Eg eri ótrúliga glað, spent og takksom fyri møguleikan, og tað kennist næstan óveruligt, at mín tónleikur nú livur sítt lív á netflix, sigur 24-ára gamla songkvinnan og sangskrivarin úr Syðrugøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald