Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon tekur við hálvan apríl, tá ið hon avloysir Elin Mortensen, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2018.
Hetta skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í dag.
Um nýggju sendikvinnuna skrivar uvmr.fo, at hon er 36 ára gomul, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet, og at hon seinastu árini hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015.
Elisabeth hevur royndir við samstarva við ES, og at arbeiða við ymiskum altjóða málum. Seinastu fimm árini hevur hon havt ábyrgdina av ES- og handilsmálum, og hevur m.a. leitt samráðingar við ES og Bretland á handilsøkinum. Harumframt hevur hon starvsroyndir í øðrum pørtum av føroysku fyrisitingini, umframt donsku fyrisitingini.
Innanlands
Elisabeth skal avloysa Elin í Brússel
36-ára gamla Elisabeth F. Rasmussen er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015 - seinastu árini við ábyrgd av ES- og handilsmálum
Elisabeth Rasmussen byrjar í starvinum um hálvan apríl. Elin Mortensen er farin í starv í føroysku fyrisitingini
2023-03-07 12:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald