Uttanlands

Í kvøld fer Elizabeth drotning at tala til bretska fólkið

Serliga røðan hjá bretsku drotningini verður víst klokkan 20 – vanligt er, at hon bert talar til fólkið á jólum

Mynd frá seinastu jólarøðuni hjá Elizabeth drotning (Mynd: EPA)

Mynd frá seinastu jólarøðuni hjá Elizabeth drotning (Mynd: EPA)

2020-04-05 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska drotningin, Elizabeth II fer sunnukvøldið at halda serliga røðu fyri fólkinum.

Røðan er longu tikin upp á Windsor Castle, har 93 ára gamla drotningin hevur búð saman við manni sínum, 98 ára gamla Philip prins síðan 19. mars.

Vanligt er, at bretska drotningin, eins og danska Margretha drotning, bert talar beinleiðis til fólkið eina ferð um árið.

Nýggjársrøðan hjá Margrethu drotning er siður í danska kongaríkinum, og Elizabeth drotning hevur sína árligu jólarøðu fyrsta jóladag. Men nú fer hon, eins og Margretha drotning gjørdi 17. mars, at gera eitt undantak orsakað av serligu umstøðunum.

Deyðstalið í Stórabretlandi gjørdist í gjár methøgt, tá 708 fólk andaðust, harímillum eitt fimm ára gamalt barn.

Tilsamans eru fleiri enn 4.000 COVID-19 sjúklingar deyðir í Stórabretlandi, og millum tey uml. 42.000, sum hava fingið staðfest koronasmittuna, er forsætisráðharrin Boris Johnson.

Tíðindastovan AFP hevur fingið hendur á eitt brot úr røðuni, har bretska drotningin takkar heilsustarvsfólk og aðrar lyklapersónar í Stórabretlandi fyri arbeiði teirra í hesum døgum. Eisini heitir hon á bretar um at vísa felags ábyrgd undir hesu koronakreppuni.

Røðan hjá Elizabeth drotning verður víst í sjónvarpi klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder