2019-06-24 16:55
546.618,16 krónur.
So nógv savnaði Elmar Ósá, sum 12. juni og 13. juni gjøgnumførdi ein tvífaldan ironman. Ein heili 452 kilometrar langur túrur.
![]()
Tað tók honum umleið 36 tímar at gjøgnumføra teir 7,6 kilometrarnar í svimjihylinum, 360 kilometrarnar á hjólhesti og 84 kilometrar rennandi og til gongu.
Túrurin varð gjøgnumførdur fyri at savna pengar inn til Autismufelagið, og tað má sigast at hava eydnast væl.
Les eisini: Forkvinnan í Autismufelagnum: Stuðulin er sera kærkomin fyri okkara felag
Sí eisini: Myndarøð tá Elmar Ósá kom á mál á Tórsbreyt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald