placeholder
Uttanlands

Elon Musk biður um umbering

Stjórin í Tesla biður um umbering fyri at kalla eina kavara fyri pedofil á Twitter

Elon Musk (Mynd: EPA)

Elon Musk (Mynd: EPA)

2018-07-18 09:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tesla-ríkmaðurin Elon Musk hevur biðið um umbering á sosiala miðlinum Twitter frá einum bretskum kavara, sum hjálpti til við at bjarga teimum 12 tailendsku dreingjunum og venjara teirra úr einum helli í Tailandi.

- Eg biði um umbering frá hr. Unsworth og teimum fyritøkum, sum eg myndi sum leiðari. Skyldin er mín og einans mín, skrivar hann.

- Mín viðmerking varð søgd í vreiði, eftir at hr. Unsworth bar fram fleiri ósannheitir og sipaði til, at eg var partur av einari kynsligari gerð við minikavbátinum, skrivaði Elon Musk. 

Eftir at amerikanski íverksetarin hevði kallað Vern Unsworth fyri "pedo" - stutt fyri pedofil - boðaði kavarin frá, at hann ætlaði sær at stevna. 

Orsøkin til álopið móti kavaranum var sum skilst grundað á, at kavarin hevði kritiserað Tesla-stjóran fyri at vilja stuðla bjargingarroyndini við at lata sín minikavbát.

 

- Hann kann stinga sín kavbát upp har, mann fær ilt, segði kavarin í samrøðu við CNN leygardagin, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder