Uttanlands

Elon Musk fer frá sum formaður í Tesla orsakað av gølu

Musk er tó enn høvuðsstjóri í felagnum

2018-10-01 09:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski íverksetarin og stovnarin av Tesla, Elon Musk, er farin frá sum formaður í Tesla. Orsøkin er at hann í august villleiddi pengaíleggjarar við einari dagføring á Twitter, har hann skrivaði, at hann umhugsaði at taka felagið av keypsskálanum.

Umframt at hann fer frá sum formaður, skal hann eisini gjalda 20 milliónir dollarar í bót.

Elon Musk hevur tó gjørt avtalu við fíggjareftirlitið í USA um at hann sleppur at halda fram sum høvuðsstjóri í felagnum.

Umframt tær 20 milliónir dollararnar, sum Elon Musk skal gjalda í bót, skal felagið Tesla eisini gjalda 20 milliónir í bót.

Fíggjareftirlitið saksøkti Elon Musk hósdagin fyri svik eftir at hann hevði skriva eina dagføring á Twitter tann 7. august, skrivar TV2.

- Umhusgi at taka Tesla av keypsskálanum fyri 420 dollarar pr. virðisbræv. Fíggingin er tryggjað, skrivar Elon Musk.

22 milliónir fólk fylgja Elon Musk á Twitter, og hansara dagføring fór runt allan heim.

Amerikanska fíggjareftirlitið metti tó, at hetta var tann reini heilaspuni, og valdi tí at saksøkja Elon Musk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder