Elprísurin lækkaði í 2017 og í 2018, men 1. januar 2019 hækkar prísurin aftur.
Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur samtykt at hækka elprísin 10 oyru pr. kWt uttan mvg. Orsøkirnar eru m.a., at økta virksemið í samfelagnum hevur gjørt tað neyðugt at gera umfatandi og kostnaðarmiklar útbyggingar í elskipanini seinnu árini. Haraftrat hava seinkingar í útbyggingunum av eitt nú vindmyllulundum ført við sær meirkostnað av oljunýtslu, samstundis sum oljuprísurin er hækkandi.
- Vindorka er bíligari orka enn eitt nú vatn og oljurikin elverk, og tí er alneyðugt at seta ferð á útbyggingarnar á grønu kósini, soleiðis at vit kunnu gera okkum leysari av oljuni, og harvið verður elprísurin í framtíðini minni tongdur at oljuprísinum, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Fyri eitt vanligt húsarhald - svarandi til 6000 kWt - fer hækkingin at merkja eina meirútreiðslu á 62,50 krónur um mánaðin íroknað mvg, t.e. 750 krónur um árið, skrivar SEV á heimasíðu síni.
- Tað er neyðugt at hækka elprísin nú, men vit fara væntandi at kunna lækka prísin aftur, so hvørt grøn orka verður ein størri partur av samlaðu elframleiðsluni, vísir John Zacharissen á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald