Eftir valúrslitið varð greitt í gjár byrjaðu samráðingar millum Javnarðflokkin og Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu, og líkt er til, at Havnin fær nýggjan borgarstjóra.
Samráðingar hildu fram fyrrapartin, og sambært in.fo er semja um, at Elsa Berg úr Tjóðveldi veður nýggjur borgarstjóri, og at Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður varaborgarstjóri
Elsa Berg hjá Tjóðveldi gjørdist toppskorari í Tórshavnar kommunu við 1007 atkvøðum, meðan Heðin Mortensen gjørdist nummar tvey við 789 atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald