Innanlands

Endalig atkvøðugreiðsla um sterka øl og rúsdrekka í dag

Triðja viðgerð um uppskotið at loyva bryggjaríum at selja sterka øl og alkohol í sínum sølubúðum er í dag

Mynd: Fólkaheilsuráðið

Mynd: Fólkaheilsuráðið

2018-12-12 09:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á løgtingsfundinum, sum verður settur klokkan 10, eru fimm triðju viðgerðir á skránni, umframt at tríggir munnligir fyrispurningar verða svaraðir.

Eitt av málunum til triðju viðgerð er uppskotið hjá Magna Laksáfoss til løgtingslóg um at loyva føroysku bryggjaríunum at selja alla sína framleiðslu í sínum sølubúðum.

Í viðmerking til lógaruppskotið skrivar Magni Laksáfoss, at løgtingið áður hevur broytt rúsdrekkalógina, soleiðis at bryggjaríini kunnu bryggja sterkari øl og rúsdrekka, men at bryggjaríini tó ikki hava møguleika fyri at selja vøru, sum er sterkari enn 5,8%.

Sí alla dagsskránna hjá løgtinginum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder