placeholder
Innanlands

Endurnýtsla og skiljing av ruski á breddanum

Børnini í Tórshavnar kommunu læra at endurnýta og at skilja rusk

2018-11-13 17:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vóru evnisdagar á Skúlanum á Argjahamri, har endurnýtsla og skiljing av ruski varð sett á breddan. 

Hádeildin gjørdi diskosuppu úr matleivdum frá handlum til allan skúlan, og børnini høvdu egnan borðbúnað við í skúla. Nærum 70 næmingar úr 5. og 6. flokki vitjaðu á Brennistøðini á Hjalla og á Dugna, og næmingar hava seymað toyposar, gjørt pynt úr gomlum krukkum, bamsur úr gomlum sokkum og ymiskt annað spennandi.
 
Í gamla Argja skúla varð nógv gjørt burtur úr at skilja rusk, men síðani Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu, hava lærarar og næmingar harmast um, at umstøðurnar ikki loyvdu teimum at skilja og endurnýta rusk. Fyri at stimbra undir endurnýtsluna hevur Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu tískil stuðlað við peningi til at keypa nýggj ruskíløt, ið loksins eru tikin í nýtslu. Skilt verður í tríggjar bólkar: vanligt rusk, papp og pappír og matleivdir.
 
Til matleivdirnar hevur skúlin smíðað ein kassa til sankutøð. Umframt børn og lærarar eru eisini húsavørðurin og vaskifólkini við í hesi verkætlan, skrivar kommunan.
 
Tórshavnar kommuna fegnast um, at alsamt fleiri raðfesta umhvørvið hægri við at endurnýta og skilja rusk.
 
Fleiri myndir frá evnisvikuni eru at finna her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder