2018-10-31 20:24
Stóra dokkhøllin, sum Mest ætlar at byggja á Skála dregur út.
- Ein neyðug íløga, men hon kemur ikki rættiliga enn, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Mest við R7 í dag.
Loyvini eru ikki endaliga komin upp á pláss enn, men arbeitt verður við málinum, sigur Mouritz Mohr við R7.
Í løtuni dugir hann ikki at siga nær høllin verður bygd.
Nýggja dokkhøllin verður eftir ætlan 40 metrar høg og 128 metrar long, og fer sjálvsagt at síggjast aftur í bygdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald