Innanlands

Enn ein leiðari farin úr Miðlahúsinum

Fyrr í vikuni var greitt at Barbara Holm gavst sum blaðstjóri. Nú gevst Terji Nielsen, sølu og marknaðarleiðari, eisini

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-19 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í vikuni var greitt, at Barbara Holm, sum hevur verið blaðstjóri á Sosialinum síðani 2016, hevur sagt upp í Miðlahúsinum, og nú fer enn eitt leiðandi starvsfólk til hús.

Norðlýsið skrivar í dag, at Terji Nielsen, sum hevur verið sølu- og marknaðarleiðari í Miðlahúsinum síðani 2017, hevur sagt upp.

- Eg havi valt at taka av einum øðrum starvi, tað gleði eg meg til, sigur Terji Nielsen við Norðlýsið. 

Terji Nielsen hevur drúgvar royndir í føroyska miðlaheiminum, og hevur fyrst og fremst verið tíðindamaður.

Fyrst í hesum mánaðinum gjørdist greitt, at Miðlahúsið fyribils steðgaði við Vikublaðnum. Tá segði Jonhard Hammer, stjóri, at tað vóru ov fáar lýsingar til blaðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder