Enn ein tilburður hevur verið, har amerikansk løgregla hevur dripið ein littan mann.
Í Atlanta í Georgia hava verið stórar mótmælisgongur, eftir at Rayshard Brooks fríggjakvøldið varð skotin og dripin av løgregluni.
Hendingin fór fram uttan fyri eina matstovu, sum selur skundmat.
Rayshard Brooks hevði bílagt sær mat úr bili sínum. Hann var drukkin, og meðan hann bíðaði eftir matinum, sovnaði hann.
Av tí at bilurin forðaði øðrum bilum at sleppa framat, valdu starvsfólkini á matstovuni, Wendy’s, at ringja eftir løgregluni.
Tá løgreglan kom fram varð staðfest, at maðurin, sum hevði sitið og sovið handan róðrið, var drukkin. Men Rayshard Brooks setti seg ímóti at verða handtikin fyri at fáa tikið eina rúsdrekkaroynd.
Tað endaði í ruðulleika, har tað eydnaðist Brooks at taka ein sokallaðan streympistól frá einum politisti og renna avstað. Ein løgreglumaður fór aftan á honum, og tá Rayshard Brooks vendi sær og siktaði streympistólin móti politistinum, varð hann skotin og dripin.
Hendingin hevur lagt brenni á bálið yvir amerikanska illviljan móti løgregluni, sum hevur logað hesar seinastu vikurnar, og í Atlanta hava mótmælisgongur verið alt vikuskiftið.
Hendingin uttan fyri matstovuna varð filmað, og sæst herundir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald