2018-10-17 07:09
Svenska bakmansløgreglan, sum er deildin hjá svensku myndugleikunum fyri fíggjarligt lógarbrot, váttar, at hon hevur móttikið skjøl um møguliga hvívasking í Nordea.
Tað er íløgugrunnurin Hermitage, við William Browder á odda, sum ákærir Nordea. Browder var ein av fleiri, sum meldaði Danske Bank fyri hvítvask.
Ein talsmaður hjá Nordea váttar, at tey hava móttikið eina fráboðan frá Hermitage, sum handlar um illgruna um brot á reglurnar um hvítvask. Nordea vil tó ikki úttala seg um málið, sigur Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald