placeholder
Uttanlands

Enn ein pakki sendur CNN

Pakkin varð funnin á einum postskrivstovu í Atlanta í USA

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2018-10-30 09:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur funnið enn ein pakka, sum illgruni er til er at bunbupakki, sum skuldi sendast til høvuðsskrivstovuna hjá stóra tíðindamiðilinum CNN.

Hetta er enn ein pakki í eini rúgvu av pakkum, sum eru sendir til CNN, amerikanskar politikarar og kend viðhaldsfólk hjá demokratunum. Eitt nú vórðu pakkar sendir til fyrrverandi forsetan Barack Obama, fyrrverandi uttanríkisráðharran Hillary Clinton og sjónleikaran Robert de Niro.

FBI hevur handtikin mannin, sum er undir illgruna at hava sent hesar pakkarnar. Ein 56 ára gamal maður varð handtikin fríggjadagin, og verður ákærdur fyri fimm punkt, millum annað fyri at ólógliga hava sent spreingievni, og fyri at hava hótt fyrrverandi forsetar og aðrar persónar.

Sambært ákæruvaldinum sendi maðurin 13 pakkar til 11 persónar, har fleiri teirra eru politisk mótstøðufólk ella sera atfinningarsom móti amerikanska forsetanum Donald Trump. Fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú New York Times, kalla mannin fyri “Trump superfan”.

Verður maðurin dømdur kann hann fáa upp til 48 ára fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder