Hóast árið ikki var líka gott sum undanfarna ár, so gjørdist 2018 enn eitt gott ár fyri Pf. Vest Pack í Vestmanna, sum framleiðir plastposar, pakkitilfar og aðrar úrdráttir úr plasti.
Úrslitið í fjør var 12,2 milliónir fyri skatt og 10 milliónir eftir skatt. Hetta er eitt sindur lægri enn í 2017, tá felagið hevði eitt metár við 13,1 milliónum í avlopi eftir skatt.
Umsetningurin tykist at vera lækkaður eitt vet í mun til metárið í 2017. Bruttovinningurin var 24,7 milliónir, sum er knappar fýra milliónir minni enn árið fyri. Hinvegin eru starvsfólkaútreiðslurnar hækkaðar við næstan 10 prosentum úr 11 til 12,1 milliónir krónur í 2018 og starvsfólkatalið økt úr 21 upp í 23 fólk, framgongur av ársfrágreiðingini.
Tveir høvuðspartaeigarar eru í Pf. Vest Pack. Annað er íslendska felagið Samhentir Kassagerð ehf. í Garðabær, og hitt er holdingfelagið Pf. Faroe Holding í Vestmanna, sum Áki Olsen, Finn Jørgin Olsen, Tummas Christophersen, Jóan Magnus Olsen og Thomas Berg Thomsen eiga.
Sigast má, at íløgan í Vest Pack hevur verið ein góð íløga fyri eigararnar. Seinastu 10 árini hevur felagið goldið tilsamans 56 milliónir krónur aftur til eigararnar. Í 2018 er útgoldna vinningsbýtið 9 milliónir krónur, ein millión minni enn í 2017. Eginpeningurin í felagnum var um ársskiftið 27,6 milliónir krónur.
Síðan seinastu ársfrágreiðing hevur Vest Pack fingið nýggjan stjóra. Stjórin eitur nú Jákup Oluf í Skálum, sum hevur tikið við eftir Thomas Berg Thomsen, sum sambært heimasíðu felagsins nú er framleiðslustjóri.
Teitur Samuelsen er formaður í nevndini í partafelagnum. Hinir nevndarlimirnir eru Jóan Magnus Olsen, Finn Jørgin Olsen og íslendingarnir Bjarni Hrafnsson og Jóhann Oddgeirsson, sum báðir sita í leiðsluni hjá Samhentir í Garðabær.
(rættað kl. 15.13)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald