Uppsjóvarvirkið Pf. Pelagos í Fuglafirði hevði aftur í fjør eitt ár, sum var betri enn vanligt.
Hetta verður staðfest í ársfrágreiðingini fyri 2018. Tað óvanliga er ógvusligi eldsbrunin á Tvøroyri 9. juni 2017, tá Varðin Pelagic brendi, sum førdi við sær, at hini uppsjóvarvirkini í landinum fingu nógv meira fisk at framleiða.
”Vegna serligar orsøkir hjá felagsins kappingarneytum, hevur virkssemið verið nógv meira enn eitt vanligt ár”, verður skrivað í ársfrágreiðingini.
Sambært roknskapinum hevði vanlukkan á Tvøroyri tó meira ávirkan á roknskapin fyri 2017. Úrslitið í fjør var 43,8 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, og 35,9 milliónir eftir skatt. Árið frammanundan var avlopið munandi hægri, ávikavist 61,6 og 50,5 milliónir krónur.
Les eisini um roknskapin 2017: Sera gott ár hjá Pelagos í Fuglafirði
Bruttovinningurin er eisini lækkaður við 26 milliónum í mun til 2017, úr 129 til 103 milliónir krónur. Starvsfólkaútreiðslurnar eru tó lækkaðar við 5 milliónum.
Okkurt kundi bent á, at felagið hevur havt onkrar trupulleikar við at sleppa av við framleiddu vøruna við tað, at virðið av vørugoymsluni við árslok varð virðissett til 149 milliónir krónur. Eitt ár frammanundan vóru fyri 128 milliónir krónur í vørugoymsluni.
Eginpeningurin í felagnum er nú 152 milliónir krónur milliónir krónur, næstan 100 milliónir krónur meira enn partapeningurin á 55 milliónir. Hetta hóast talan bert er um fimta roknskap hjá felagnum síðan tað varð stovnað í januar 2014.
Og hetta er eftir at eigararnir hava lutað sær 7,2 milliónir krónur í vinningsbýti í 2018 og 10,1 milliónir í 2017.
Fýra vinnurekandi feløg í Eysturoynni og Norðoyggjum eru stovnarar og eigarar í Pf. Pelagos. Talan er um Pf. Havsbrún í Fuglafirði, Pf. Palli hjá Mariannu í Klaksvík, Spf. Framherji í Fuglafirði og Pf. Á Enni í Fuglafirði.
Tey trý fyrst nevndu feløgini eru kendir aktørar innan fiskivinnuna. Pf. Á Enni er eitt felag, mannað við lokalum íleggjarum til tess at fáa stovnsett uppsjóvarvirki í Fuglafirði.
Stjóri í Pelagos er Jóhan Páll Joensen. Í nevndini sita Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, Anfinn Olsen, stjóri á Framherja, og Jan Petersen, stjóri í Chr. í Grótinum-framtakinum, sum er formaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald