Innanlands

Enn er eingin stormskaðagrunnur ávegis

– Havnarløg eru kommunal mál og tí má tað vera forstáilsi í millum kommunurnar, um landið skal vera við til at gera eina tryggingarskipan móti stormskaðum. Málið um ein vanlukkugrunn hevur verið umrøtt við Kommunufelagið, men eingin niðurstøða er enn í málinum, verður sagt í svarinum til fyrispurning frá Bjørt Samuelsen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-02 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin stormskaðargrunnur er ávegis, og átøk, hvørs endamál er at fyribyrgja stormskaðar ella neiligar avleiðingar av hesum, eru ikki beinleiðis partur av uppskotinum til orku- og veðurlagspolitikk hjá landsstýrinum.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

– Spurningurin um eina tryggingarskipan fyri kommunur var frammi eftir stormskaðarnar á kommunal havnarløg tíðliga í 2020. Í apríl 2021 vórðu tríggjar milliónir krónur játtaðar í eykajáttan til smærru kommunurnar í sambandi við stormskaðarnar í 2020.

– Havnarløg eru kommunal mál og tí má tað vera forstáilsi í millum kommunurnar, um landið skal vera við til at gera eina tryggingarskipan móti stormskaðum. Málið um ein vanlukkugrunn hevur verið umrøtt við Kommunufelagið, men eingin niðurstøða er enn í málinum, sigur Fíggjarmálaráðið í svari, sum landsstýrismaðurin endurgevur.

Magnus Rasmussen sigur seg eisini vita frá Fiskimálaráðnum, at ráðið onga vitan hevur um nakað beinleiðis samstarv millum stjórnarráð, stovnar og kommunur um at gera eina stormtilbúgving.

– Grundleggjandi kann sigast, at kommunurnar í Føroyum hava skyldu til at gera váðametingar og -greiningar, ið taka atlit at øllum váðum í kommununi, eisini stormskaðum, bæði í mun til títtleika og í mun til møguligt vavi av skaða. Um kommunala váðametingin eyðmerkir váðan, eigur kommunan í fyrstu atløgu at seta í verk fyribyrgjandi átøk fyri á tann hátt at minka um váðan. Í øðrum lagi eigur kommunan at vera før fyri at avmarka skaðan og í triðja lagi vera før fyri at bøta um skaðan. Tað er kommunum í Føroyum frítt at fara í samstarv um tilbúgving, verður sagt.

Fyrispurningur og svar kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder