2018-12-17 12:34
Strandfaraskip Landsins mátti um vikuskiftið avlýsa túrar hjá Smyrli vegna veður, og nú verða enn fleiri avlýsingar.
SSL boðar frá á heimasíðuni, at vegna vánaliga veðurforsøgn fyri í morgin, verða túrarnir úr Tórshavn klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 15:30 ikki sigldir.
Í morgin siglir Smyril sostatt av Krambatanga klokkan 7:00 og úr Tórshavn klokkan 18:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald