Innanlands

Enn ikki greitt hvussu nógv koppingarevni vit fáa úr Rumenia

Higartil hava Føroyar fingið 0,9 prosent av teimum nøgdum, sum koma til Danmarkar – Landsapotekarin fer á fund í danska koppsetingarbólkinum í morgin, og nærri kunning verður um málið seinni í vikuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-30 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði danska heilsumálaráðið frá, at Danmark hevur keypt 1,17 mió. skamtar við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech frá Rumenia.

Sambært Landssjúkrahúsinum kunnu vit í Føroyum vænta at fáa ein part av koppingarevninum úr Rumenia, men hvussu nógv er ógreitt. Um lutfallið verður tað sama sum vanligt, er talan helst um gott 10.000 skamtar aftrat komandi vikurnar.

Les eisini: Danmark keypir 1,17 milliónir skamtar frá Rumenia

Heilsumálaráðið skrivar seinnapartin, at Landsapotekarin fer á fund í danska koppsetingarbólkinum í morgin. Har verður málið um, hvussu koppingarevnið úr Rumenia skal býtast millum donsku regiónirnar og Føroyar, umrøtt.

Tí ber enn ikki til at siga neyvt, hvussu stóran part av koppingarevninum úr Rumenia kemur til Føroya, og nær hetta verður. Higartil hava Føroyar fingið skamtar svarandi til lutfallið í fólkatalinum ella 0,9 prosent av teimum nøgdum, sum koma til Danmarkar.

Koppsetingarbólkurin kemur við nærri kunning um hetta mál seinni í vikuni, sigur Heilsumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder