Innanlands

Enn ikki viðrað at leita í Fugloy

Umstøður hava ikki verið at tikið leitingina uppaftur síðani leitingin eftir 29 ára gamla ferðamanninum, sum hvarv 11. januar

Fugloy (Mynd: Google)

Fugloy (Mynd: Google)

2019-02-17 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umstøðurnar eru framvegis ringar hjá fólki at leita í fjøllunum, men tá veðrið batnar, verður aftur leitað eftir ferðamanninum sum hvarv í Fugloy 11. januar.

Tað upplýsir løgreglan fyri Kringvarpinum.

Leitingin eftir 29 ára gamla manninum úr Eysturríki steðgaði 15. januar, og tað hevur ikki viðrað at leita meira síðani tá.

Fólk sum eru staðkend, løgregla við hundum, bjargingartyrla og bátar leitaðu í døgunum eftir at hann var horvin, men leitingin steðgaði uttan úrslit.

Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder