Innanlands

Enskt hevur høga tign millum børn

Børn í aldrinum 11-12 ár halda, at tað er kul at tosa enskt. Hetta er millum tað, ið kemur fram í MA-ritgerð, sum Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg hevur skrivað á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum

- Hevur tú billað tær sjálvum inn, at random er neyvari ella betri enn tilvildarligt, so er tað natúrligari at siga. Ein onnur orsøk kann vera, at tað verður ein óvani at taka ensk orð inn í samskiftið, ella at tey ikki kenna tað føroyska (Mynd: skulabladid.fo)

- Hevur tú billað tær sjálvum inn, at random er neyvari ella betri enn tilvildarligt, so er tað natúrligari at siga. Ein onnur orsøk kann vera, at tað verður ein óvani at taka ensk orð inn í samskiftið, ella at tey ikki kenna tað føroyska (Mynd: skulabladid.fo)

2025-09-24 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Hvussu og hvussu ofta blanda børn mál, tá ið tey tosa í gerandisligum umstøðum? Nær læna tey orð úr enskum? Nær koduskifta tey millum enskt og føroyskt? Og nær brúka tey málreglur úr enskum?

Í ritgerð síni Ensk ávirkan, Useless ella Usefull kannar Rakul S. Frederiksberg málnýtsluna hjá 11-12 ára gomlum børnum í Føroyum, tá ið talan er um koduskifti, lán og athall; kanningin byggir á samrøður og eygleiðingar, sum eru gjørdar í 2024.

- Við mínum dátum kanni eg, hvussu vaksandi nýtslan av enskum ávirkar føroyskt sum ráðandi mál, hvussu børnini, sum eg havi havt samrøðu við, brúka enskt heldur enn føroyskt, hvat athall og koduskifti kann gera við føroyskt, hvussu framtíðarføroyskt kann fara at síggja út, um føroyskt er eitt hótt mál, og um føroyska-enska fleirmælisstøðan er øðrvísi enn danska-føroyska fleirmælisstøðan.

Samrøðurnar eru við fimm gentur og ein drong úr einum skúla og sjey dreingir úr einum øðrum skúla. Øll eru fødd í 2012 og búgva í Eysturoy. Tvey av hvørjum kyni hava eitt ella bæði foreldur, sum eru vaksin upp aðrastaðni enn í Føroyum og tosa annað mál umframt.

Í samrøðunum kemur fram, at tað eru ávís orð á enskum, sum børnini taka til sín. Bæði tá ið talan er um koduskifti og athall úr enskum kann orsøkin vera, at barnið ikki kennir føroysku orðini.

- Tað er ógviliga áhugavert at hoyra, at tað næstan ikki kemur fyri, at tey taka ensk sagnorð inn í samskiftið. Helst er tað tí, at ensk sagnorð ikki rigga at siga á føroyskum uttan at verða bend. Lánorðini eru hinvegin ofta sagnorð. At børn taka ensk orð inn í samrøðurnar, tá ið vit hava góð orð á føroyskum, hugsi eg er tí, at tey hava eina fatan av, at føroyska orðið ikki sigur tað, tey vilja – at ensk orð og enskar orðingar eru neyvari enn føroysk orð og føroyskar orðingar. Tey grundgeva við at siga, at eingin brúkar ella kennir føroysku orðini, sum siga tað sama, sum tey ensku. Tað virkar sum, at børn og ung ikki vita, at orð hava ella fáa tann týdningin, sum vit leggja í tey.

- Hevur tú billað tær sjálvum inn, at random er neyvari ella betri enn tilvildarligt, so er tað natúrligari at siga. Ein onnur orsøk kann vera, at tað verður ein óvani at taka ensk orð inn í samskiftið, ella at tey ikki kenna tað føroyska. Í øllum førum snýr tað seg um tilvit og hugburð. Hugsandi er, at tey ikki hava so gott føroyskt orðfeingi, kanska tí at tey hava fingið so nógv íkast á enskum, helst líka nógv sum á føroyskum. Hoyra tey líka nógv enskt sum føroyskt, so er tað líka natúrligt at velja ensk orð sum føroysk. Tað hevði verið áhugavert at kannað føroyska orðfeingið hjá børnum nærri, tí so høvdu vit fingið størri vitan, um børn taka ensk orð og enskar orðingar inn í málið, tí tey ikki kenna føroysku orðini, ella um tað er tí, at tey halda, at tað er kulari at tosa enskt.

Lærarar úr ymiskum ættarliðnum kunnu staðfesta sama rák - og at tað kann verða eitt keðiligt rák

Hvat ger seg meiri inn á móðurmálið hjá okkum og er størri hóttan, koduskifti ella athall, kann vera ilt at taka dagar ímillum, heldur Rakul S. Frederiksberg.

- Eg haldi tó, at athall er størri hóttan, tí tað bronglar og skeiklar føroyskt, tá ið orðingar úr øðrum máli verða tiknar inn í tað, tú sigur, tí bendingar og setningsbygnaður fara út av lagi. Tá ið talan er um koduskifti, skeiklar tað ikki á sama hátt bendingar og setningsbygnað. Men bæði koduskifti og athall kunnu tó hava við sær, at tú fert at hugsa á øðrum máli enn móðurmálinum.

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg hevur fyri kortum eisini tosað um ritgerðina og úrslit síni í kanningunum í samrøðu við Kringvarpið Til ber at hoyra samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder