Uttanlands

Er sinnaður at lata ukrainum langtberandi rakettir

Friedrich Merz kallar álopið á ukrainska býin Sumy sunnudagin fyri eitt álvarsligt krígsbrotsverk

Friedrich Merz, komandi samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

Friedrich Merz, komandi samveldiskanslari í Týsklandi (Mynd: EPA)

2025-04-14 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz er sinnaður at senda ukrainum langtberandi rakettir.

Tað sigur hann eftir at í minsta lagi 34 fólk lótu lív og 117 vórðu særd í russiskum rakettálopi í ukrainska býnum Sumy sunnudagin, skrivar DR.

Russiska álopið er eitt álvarsligt krígsbrotsverk, og hevur Ukraina tørv á hjálp, og tað kundi eitt nú verið langtberandi Taurus-rakettir, sum Merz er sinnaður at lata.

Slíkar rakettir hava eitt skotmál á 500 kilometrar, og komandi týski samveldiskanslarin vísir m.a. á, at USA, Frakland og Stórabretland longu senda slíkar rakettir til Ukraina.

Fráfarandi kanslarin, Olaf Scholz hevur annars noktað at givið ukrainum langtberandi vápn at brúka til at raka mál inni í Russlandi, hóast onnur lond hava gjørt tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder