Uttanlands

Er til reiðar at hitta Trump

Amerikanski forsetin hevur ferð eftir ferð tosað um at yvirtaka Grønland, og hóast bæði danir og grønlendingar hava gjørt greitt, at Grønland er ikki til sølu, er danski forsætisráðharrin altíð til reiðar at hitta amerikanska forsetan

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2025-04-28 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen er til reiðar at fundast við amerikanska forsetan, Donald Trump um Grønland.

Tað segði hon sunnudagin við journalistar uttanfyri Marienborg - embætisbústaður hjá danska forsætisráðharranum - har hon hevði hitt grønlendska stjórnarleiðaran, Jens-Frederik Nielsen.

Amerkanski forsetin hevur ferð eftir ferð tosað um at yvirtaka Grønland, og hóast bæði Danmark og Grønland hava greitt frá, at Grønland er ikki til sølu, er Mette Frederiksen til reiðar at tosa við Trump.

– Vit vilja altíð hitta amerikanska forsetan, sjálvandi vilja vit tað, sigur Mette Frederiksen.

– Men eg haldi, at vit hava greitt væl frá, hvat tilgongdin hjá ríkisfelagsskapinum er, sigur hon.

Jens-Frederik Nielsen sigur seg taka undir við Mette Frederiksen, men hann undirstrikar, at hann Ikki er fegin um framburðin hjá Trump viðvíkjandi einum framtíðarsamstarvi millum Grønland og USA.

– Tað ber ikki til at vera samstarvsfelagar, sum ikki hava virðing fyri hvørjum øðrum. Vit verða ongantíð ein fastogn, sum kann keypast av nøkrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder