Uttanlands

Erdogan hevur flest atkvøður higartil

Eftir at 40% av atkvøðunum eru taldar, hevur Erdogan flest atkvøður

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 18:20 Author image
Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg
placeholder

Turkar hava í dag verið á forsetavali. Eftir at 40% av atkvøðunum eru taldar, hevur núverandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan, fingið 57,02% av atkvøðunum. Hetta skrivar Politiken. Tættasti kappingarneytin hjá Erdogan er Muharrem Ince, og hann hevur higartil fingið 28% av atkvøðunum. Fyri at vinna forsetavalið í fyrsta umfari skal mann hava 50% av atkvøðunum. Annars fara teir tveir, sum hava flest atkvøður víðari til annað umfar, sum verður 8. juli.

Turkar velja ikki bara forseta, sum er vanligt, men teir velja ein forseta við størri valdi.

Til eina fólkaatkvøðu í 2017 varð við einum lítlum meiriluta avgjørt, at forsetin fær fleiri heimildir.

Erdogan hevur sjálvur avgjørt at framskunda valið. Tað skuldi annars verða í november 2019.

Hann hevur próvført fyri, at nýggju valdsheimildirnar skulu gera forsetan føran fyri at handfara stóru fíggjarligu trupulleikarnar í Turkalandi.

Harafturat fer ein forseti við meir valdi at gera tað lættari at handfara kurdisk uppreistrarfólk í útsynningspartinum av Turkalandi og í grannalondunum Irak og Sýria, sigur forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder