
Nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, sum kom til landið fyri nøkrum vikum síðani, fer loksins í sigling.
Strandferðslan boðar fyrrapartin frá, at Erla Kongsdóttir røkir siglingina á Nólsoyarleiðini frá mánadegnum klokkan 18.
Til rampurnar eru klárar við bryggjuna í Nólsoy og á Bursatanga í Tórshavn, leggur skipið at við skipssíðuni.
M/F Hasfjord fer framhaldandi at gera farmatúrar á leiðini.
Samstundis boðar Strandferðslan frá, at Jósup røkir leiðina millum Hvannasund og Fugloy/Svínoy frá týsmorgun 8. desember. Hetta er í sambandi við, at Ritan fer á beding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald