
Á býráðsfundi 27. mars 2023 samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Erland Berg Danielsen sum kommunustjóra.
Hetta skrivar Sunda komma á heimasíðu sínari í dag.
Erland er útbúgvin Cand. merc. aud frá Copenhagen Business School. Hann er 32 ára gamal, er skálamaður og eisini búsitandi á Skála.
Seinastu árini hevur Erland Berg Danielsen arbeitt sum innanhýsis grannskoðari hjá Betri samtakinum - 1. juni 2023 byrjar hann í starvinum í Sunda kommuna.
Hetta er samstundis fyrsta starvsfólki í Sunda kommunu, ið hevur heitið "Kommunustjóri". Fyri mánaði síðani varð tað samtykt, at bygnaðarbroyting og broyting í starvsfólkaskipanini skuldi gerast.
Erland B. Danielsen fer at hava somu uppgávur, sum fíggjar- og fyrisitingarleiðarin hevur havt. Ein annar skálamaður, Jóannes Prestá, er í tí starvinum hendan mánaðin út. Síðani fer hann í starv sum kreditleidari í Norðoya Sparikassa.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald