Ítróttur

Erling Jacobsen hevur skrivað undir við B36

Verjuleikarin, ið fyrr bert hevur umboðað Víking, skal avloysa Odmar Færø í ártalsfelaganum

Erling Jacobsen saman við formanninum í B36, Rúna Herup Olsen
(Mynd: b36.fo)

Erling Jacobsen saman við formanninum í B36, Rúna Herup Olsen (Mynd: b36.fo)

2018-11-09 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur aftur í morgun gjørt ein fong. Felagið kunngerð á heimasíðu sínari, at 28-ára gamli Erling Jacobsen nú skal spæla í svørtum og hvítum.

Síðani kappingarenda hevur B36 fingið Brian Jacobsen av Skála og Árna Frederiksberg úr NSÍ. Nú er ein triðji eysturoyingur komin til felagið hetta flytingarvindeygað.

Odmar Færø hevur boðað frá, at hann ætlar útum landoddarnar at spæla fótbólt. 28-ára gamli gøtumaðurin skal vera við at fylla holið eftir sterka liðskiparan.

Erling hevur fyrr verið settur í samband við B36, men tá Sámal Erik Hentze skrivaði undir aftur í Víkingi í seinastu viku nevndi hann Erling, sum ein av teimum leikarunum, ið hann vildi hava aftur á liðið. 

Nú hevur fimmfaldi steypavinnarin og tvífaldi føroyameistarin gjørt ein átt ára sáttmála við B36. 


B36 skrivar millum annað soleiðis á heimasíðu sínari, har Erling greiðir frá, hví hann eftir eitt ára steðg frá fótbólti, nú ger sáttmála við B36: 
 
Í fjør var Erling á sjónum, men ætlanin hevur alla tíðina verið at spæla fótbólt, tá hann aftur kom á land, og so kunnu vit bara fegnast um, at hetta verður í B36.

- Fyrst og fremst, so tykist tað, sum er B36 eitt sunt og væl rikið felag, og tað er avgjørt høvuðsorsøkin til valið, sigur Erling Jacobsen, sum leggur afturat, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

- Men tað var ikki bara ein løtt avgerð. Eg havi altíð spælt við Víkingi, so sjálvandi varð nógv vigað aftur og fram, áðrenn eg tók avgerðina. Men eg búgvi í Havn, og við tveimum smábørnum er ikki altíð líka lætt at brúka nógvar tímar til ferðing hvørja viku.

Hóast hann hevur verið á sjónum størsta partin av farna kappingarári, so heldur Erling, at venjingarstøðan er á eini leið.

- Eg havi ikki bara ligið í dvala, men havi eisini runnið nakað. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum tá spælt verður á vøllinum, men enn eru nakrir mánaðir, áðrenn kappingin fer ígongd. So eg rokni við, at eg til ta tíð eru í somu venjingarstøðu sum nýggju liðfelagar míni, sigur Erling Jacobsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder