1. apríl er í dag, og ivaleyst eru fleiri lumpað. Sum vant eru føroysku miðlarnir, kommunur og felagsskapir røsk av spæla hund við fólk.
Vit hava savnað nakrar av bestu aprílsøgunum á netinum niðanfyri.
Kritikkari settur sum venjari hjá A-landsliðnum
Símun Joensen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Tey bráðtíðindini hevði Bolt.fo fýra minuttir yvir midnátt.
Jóannes Jakobsen hevði sambært keldum hjá miðlinum tikið avleiðingarnar av misjøvnu úrslitinum hjá landsliðnum seinastu tíðina, og var farin frá sum hjálparvenjari hjá Lars Olsen.
Viðmerkjarin í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum, sum annars var ógvuliga kritiskur móti venjaratoyminum eftir dystin móti Malta, skal nú vera partur av venjaratoyminum, sigur bolt.fo. Meira
Tobbi stillar upp fyri Sjálvstýri
Keldur hjá VP vistu í morgun at siga, at Torbjørn Jacobsen fer at stilla upp fyri Sjálvstýri. Opið stríð hevur verið í flokkinum seinastu tíðina, og um vikuskiftið boðaði Kári P. Højgaard frá, at hann ikki stillar uppaftur.
Tobbi, sum áður hevur verið á tingi fyri Tjóðveldi umframt landsstýrismaður, váttar tíðindini fyri VP, og sigur, at hann meldar seg inn í kampin sum arvtakara hjá Kára.
- Og tí eri eg ómetaliga spentur, hetta var ein møguleiki sum eg ikki kundi lata fara afturvið borðinum, sigur Torbjørn Jacobsen sambært VP. Meira
Syrgilig sjón møtti tjørnuvíkingum - Risin dottin í havið
Tá tjørnuvíkingar hugdu út í havsbrúnna í morgun, var Risin, sum í øldir hevur staðið saman við Kellingini undir Eiðiskolli, ikki til meir.
Tað kundi Dimmalætting greiða sínum lesarum frá á heimasíðuni í morgun.
- Roknað verður við, at ein grótlind niðarlaga á Risanum hevur verið serliga veik, og at brimið hevur máað undan dranginum, uttan at nakar hevur verið varugur við tað. Meira
Kringvarpið lovar hitabylgju
Og í Kringvarpinum fingu morgunlurtararnir helst ein hvøkk, har veðurmaðurin Petur Hans Dahl í Góðan morgun Føroyum lovaði óvanliga gott veður við framúr góðum veðri og hitabylgju. Meira
Sandoyartunnilin upp í Hesti
Nýggj linjuføring skal gerast til Sandoyartunnilin, og hevur við sær kundkoyring og samband út í Hest, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum sambært VP.
Meirkostnaðurin fyri tunnilin út í Hest verður ikki meira enn 250 millónir krónur, upplýsir landsstýrismaðurin sum nýliga hevur verið úti í Hesti, og hitt hestfólk, sum halda hesa loysnina vera tiltrongda. Meira
Olja funnin í Eysturoyartunlinum
Tíðindasíðan hjá Miðlahúsinum, in.fo, kundi í morgun greiða frá, at olja spríkir úr holum í Eysturoyartunlinum, og at alt arbeiði at bora tunnilin varð steðgað.
Eisini hevði in.fo prátað við ein landsstýrismann í vinnumálum, sum fegnaðist almikið um at olja varð funnin. Nú má tunnil vera tunnil, sigur hann. Meira
Trý nýggj flogfør til Atlantsflog
Atlantsflog hevur keypt sær trý so gott sum nýggj flogfør frá íslendska WOW, sum fór á heysin í farnu viku. Og í morgun lendi fyrsta flogfarið í Vágum, veit VP.
Tíðindafundur við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantsflogi, skuldi vera seinnapartin. Meira
Heldur breyt til motorsúkklur enn rennibreyt í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna hevur á lukkaðum býráðsfundi avgjørt, at brúka nógvu moldina frá útgrevstrinum á Másheyggi til at gera ein mold og eyrbreyt til motorsúkklur og eina minni breyt til fjallasúkklur.
Tað sigur lokalblaðið í Norðoyggjum, Norðlýsið, í dag.
Nakað av eyri skal eisini avsetast til Pól Sundskarð, sum skal læra børn og ungdómar at ganga í fjøllunum, sigur blaðið. Meira
Mugu ikki skola niður á Tvøroyri
Nú umfatandi arbeiði at dagføra kloakkviðurskiftini á Tvøroyri var farið í gongd, vísti tað seg, at tað stóð verri til við kloakkskipanini enn fyrst hildið. Av hesi orsøk mugu borgarar, sum búgva í økinum frá Missiónshúsinum og út til apotekið, ið ikki mugu skola niður, upplýsir Tvøroyrar kommuna fyri sínum borgarum í dag.
- Ónsdagin má ikki skolast niður á Sevmýri og í Froðba. Tórsdagin mugu tey, ið búgva í økinum frá missiónshúsinum og inn til Gaards Bakarí ikki skola niður. Fríggjadagin er tað so økið frá Gaards Bakarí og inn til Sterling, ið mugu ansa sær við skoliknøttinum.
- Ørðavíkarlíð og Ørðavík sleppa í hesum umfari, so har kann skolast so galið niður, ið fólk vilja, sigur Tvøroyrar kommuna. Meira
Okkara KÍ
Klaksvíkingar kunnu framyvir gleða seg til eina KÍ øl frá bryggjarínum á Velbastað. Okkara boðar í dag frá, at ein nýggj øl við navninum Okkara KÍ kemur út, og at Okkara Petur gleðir seg at vera partur av KÍ-hópinum. Meira
HB og B36 leggja saman
Havnarfeløgini HB og B36 hava gjørt nógv burturúr. Undir yvirskriftini “Sum grannar standa vit saman“ boða feløgini frá, at fremstu kvinnuliðini hjá teimum leggja saman í eitt, og tað verður undir navninum HB36.
- Samleggingin skal eisini vera við til at styrkja sambandið millum HB og B36. Og tí verður skipað fyri felags upphiting til grannauppgerðina hjá monnunum komandi vikuskifti, stendur í fráboðanini. Meira
Hoyvík fær felagslið
Síðani Undrið fór niðan til Hoyvíkar at venja, hava leysasøgur gingið um at FC Hoyvík og Undrið fóru at leggja saman. Og í morgun kundi Undrið vátta hesi tíðindini.
Feløgini meta, at felagsliðið fer at standa seg sterkari, og innan fá ár vinna sær pláss í fremstu deildini. Meira
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald