
Teir byrjaðu at ganga á middegi, og beint eftir klokkan 14 settu teir hol á triðja túrin niðan á Føroya hægsta fjall, 880 metrar.
Hetta er ein sonevnd Everesting-roynd. 19 túrar frá Eiðisskarði og niðan á Slættaratind svara til hæddina á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest, sum er 8848 metrar høgt.
Væntað verður at tað fer at taka nakað yvir eitt samdøgur at gjøgnumføra teir 19 túrarnar.
Við á túrinum eru Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen, og teir bjóða fólki at koma at ganga við eisini. Um tað er ein túrur ella fleiri er upp til ein sjálvan.
Veðrið á Slættaratindi er heilt hampiligt. Tað er klárt fyrsta partin av túrinum, men uppi á sjálvum toppinum er mjørki.
Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald