Uttanlands

ES bjóðar USA null-toll á bilar

Treytin er, at Trump sleppir sínum tollkrøvum fyri evropeiskar vørur til USA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-07 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES hevur bjóðað USA eina avtalu um at innføra null-toll á bilar og ídnaðarvørur, skrivar Ritzau.

Tað er tó við teirri treyt, at Donald Trump, forseti, samstundis tekur av tollin á líknandi evropeiskar vørur, sum verða innfluttar til USA.

Evropa er til reiðar at samráðast við USA. Vit hava bóðað null-til-null-toll á ídnaðarvørur, tí vit altíð eru til reiðar at at fáa eina góða avtalu í lag, segði ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, á einum tíðindafundi í dag.

Sambært einum talsmanni fyri ES-nevndina varð tilboðið givið í sambandi við ein fund fríggjadagin millum Marcos Sefcovic, ES-nevndarlim fyri handil, og amerikanska starvsfelaga hansara, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder