Uttanlands

ES fer at gera 100 milliardir evrur tøkar fyri at tálma uppsagnum

Peningurin skal nýtast til, at fleiri kunnu halda uppá sítt arbeiði, til at seta stutttíðararbeiði í verk og til at hjálpa fyritøkum í gongd aftur eftir koronakreppuna

Ursula von der Leyen hevur í dag kunngjørt átakið, ið skal hjálpa limalondunum - serliga teimum harðast raktu sum Italia og Spania (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen hevur í dag kunngjørt átakið, ið skal hjálpa limalondunum - serliga teimum harðast raktu sum Italia og Spania (Mynd: EPA)

2020-04-02 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundi í dag kunnugjørdi Urslua von Leyen, forkvinna í ES-nevndini, at gott 747 milliardir krónur, 100 milliardir evrur, skjótt verða gjørdar tøkar til limalondini. Hetta er til at nýta í stríðnum móti korona, sum ávirkar búskapin í evropeisku londunum nógv. 

Arbeiðsloysið í Evropa er nógv vaksandi - nógv fleiri fólk eru vorðin tøk á arbeiðsmarknaðinum, tí so nógv virksemi er steðgað ella farið niður í ferð av koronavirusinum.

Serliga er støðan ring í Italia og Spania, ið eru harðast rakt av kronavirusinum, og peningurin er serliga ætlaður til slík lond, skrivar finans.dk.

Myndugleikarnir í Spania kunngjørdu í dag, at næstan 900.000 fólk hava mist sítt arbeiði, síðani Spania fór nógv niður í ferð mitt í mars mánaði. 

EU-nevndin er farin í gongd við at skaffa tær 100 milliardirnar, og tær skulu millum annað syrgja fyri, at fleiri kunnu halda fram við sínum arbeiði, at stutttíðararbeiði kunnu setast í verk, og hjá fyritøkum at fáa nýggja megi í stríðnum móti koronakreppuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder