Uttanlands

ES og Stórabretland leggja “brexit”-samráðingarnar til síðis

Stór ósemja um fríhandil eftir brexit ger at partarnir halda steðg inntil mikudagin

ES samráðingarleiðarin, Michel Barnier (Mynd: AFP)

ES samráðingarleiðarin, Michel Barnier (Mynd: AFP)

2018-10-15 07:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

ES og Stórabretland halda ein steðg í “brexit”-samráðingunum inntil mikudagin. Tíðliga sunnudagin hoyrdist annars, at partarnir vóru nær einari semju. Men hesum avvísti samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, á Twitter, og nú er greitt, at einki meiri hendir inntil mikudagin.

Sambært Barnier er tað serliga spurningurin um frían flutning yvir landamarkið millum Írland og Norðurírlandm, sum partarnir ikki semjast um.

Partarnir hava havt samráðingar í Brússel alt vikuskiftið, og mikukvøldið skal Barnier boða teimum 27 leiðarunum í ES londunum um hvussu gongst við samráðingunum, skrivar DR. Sama dag er ES toppfundur í Brússel.

Stórabretland fer alment úr ES tann 29. mars 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder