ES er til reiðar at svara USA aftur, um Trump koyrir toll á innfluttar evropeiskar bilar.
Tað sigur ES-handilskommisserurin Cecilia Malmström í kjalarvørrinum á, at formaðurin í ES-kommissiónini, Jean-Claude Juncker, mikudagin fer til Washington at hittast við amerikanska forsetan, Donald Trump.
DR skrivar, at tá ætlar Jean-Claude Juncker at tosa Donaldi Trump frá at leggja 20% toll á bilar á Evropa - nakað, sum forsetin fyrr hevur hótt við.
Ætlaði tollurin skal geva amerikanskum bilum ein heimamarknaðarfyrimun og skal trýsta evropeiskar bilframleiðarar til at byggja bilar til amerikanskar brúkarar í USA.
- Um USA innførir toll á bilar, verður tað øgiliga óheppið, men saman við okkara limalondum eru vit í gongd við at fyrireika ein lista við móttiltøkum, sigur Cecilia Malmström sambært búskaparmiðlinum Bloomberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald