Uttanlands

ES-toppfundur í Brússel í dag

Limalondini skulu tingast um uppskoti at økja munandi um verjuútreiðslurnar

Fólk vóru savnað í evropeiska býarpartinum í Brússel í gjár at vísa sín stuðul til Ukraina (Mynd: EPA)

Fólk vóru savnað í evropeiska býarpartinum í Brússel í gjár at vísa sín stuðul til Ukraina (Mynd: EPA)

2025-03-06 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður toppfundur í Brússel har evropeisku londini fara at tosa um spentu støðuna á evropeiska meginlandinum eftir tað, sum er hent í seinastuni, eitt nú amerikansku avgerðini um at støðga øllum hernaðarstuðli til ukrainsku verjuna móti russiskum álopum.

ES-londini skulu viðgera ætlanirnar hjá Ursula von der Leyen um hernaðardubbing, og at toyva londunum at taka lán fyri at fíggja hernaðardubbingini.

Les eisini: von der Leyen vil tryggja skjótar pengar til vápnadubbing

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur ætlanir um at luttaka á fundinum. Tað upplýsir ein talsmaður hansara fyri Reuters tíðindastovuni.

Hann hevur eisini ætlanir um at hitta Nato aðalskrivaran, Mark Rutte, eysturríkska kanslaran og belgisku stjórnarleiðsluna meðan hann er í Brússel.

Ukraina hevur uppliva fleiri russisk álop í nátt, skriva tíðindastovurnar.

Ukreinski herurin sigur, at Russland hevur sent tvær bumburakettir og 112 dronur yvir um markið, skrivar Reuters.

Loftverjan upplýsir, at 68 dronur vórðu skotnar niður, men nevnir ikki hvat hendi við restini.

Guvernørurin í Odesa sigur, at nakrar av dronunum raktu orkukervið í hansara landsluti, og at tvey fólk har fingu skaða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder