placeholder
Uttanlands

Ever Given er leyst aftur

Nú kann skjótt aftur siglast gjøgnum Suez-veitina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-03-29 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Risastóra bingjuskipið Ever Given flýtur nú frítt aftur í Suez veitini, og innan leingi kann skipaferðslan aftur sigla gjøgnum hesa fyri skipaferðsluna sera týdningarmiklu farleið.

Egypgiskar sjónvarpsstøðir kundu fyri løtu síðani vísa, at bingjuskipið nú spakuliga siglir frameftir mitt í kanalini.

- Osama Rabie, admiralur, ovasti fyri Suez-veitini hevur boðað frá, at skipaferðslan kann takast uppaftur, boða myndugleikarnir frá, sambært AFP-tíðindastovuni.

Og eygnavitni váttað, at skipið nú førkar seg.

Ever Given hevur staðið fast í Suez veitini í næstan eina viku og hevur forðað fyri, at onnur skip kunnu koma gjøgnum hesa sera týdningamiklu farleið.

Yvir 300 skip bíða í løtuni eftir tørni at sleppa ígjøgnum veitina, skrivar Ritzau.

Suez-veitin knýtir Reyðahav og Miðjarðarhav saman, og er stytsti vegur millum Asia og Evropa. Veitin er 190 kilometrar long, 24 metrar djúp og 205 metrar breið.

Umleið 12 prosent av øllum heimsins farmi ferðast gjøgnum kanalina. Í 2020 svaraði hetta til meira enn ein milliard tons av farmi.

Ever Given er skrásett í Panama, og var á veg úr Kina til Rotterdam í Niðurlondum, tá skipið rendi seg fast í veitini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder