Uttanlands

Ever Given partvíst leyst

Í eina góða viku hevur bingjuskipið verið fast í Suez-veitini – Enn er skipið ikki heilt leyst, men tað hevur flutt seg, upplýsa myndugleikarnir í Suez-veitini

Ever Given (Mynd: EPA)

Ever Given (Mynd: EPA)

2021-03-29 08:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur nú eydnast at fáa bingjuskipið MS Ever Given, sum seinastu dagarnar hevur verið fast í Suez-veitini, partvíst leyst.

Nær skipið verður heilt leyst, so veitin kann latast upp aftur, er tó enn ikki greitt.

– Vit eru enn ikki liðug, men tað hevur flutt seg, sigur formaðurin fyri myndugleikarnar í Suez-veitini, Osman Rabie við The Wall Street Journal.

Skipið, sum er 400 metrar langt og siglir við fleiri enn 18.000 bingjum, ið tilsamans viga fleiri enn 200.000 tons, hevur sitið fast í Suez-veitini í eina góða viku nú.

[object Object](Mynd: EPA)

Í gjár royndu fleiri sleiparar at hála skipið leyst, og tað saman við háflóð og fleiri hundrað tons av sandi, sum nú er grivið burtur, er orsøkin til, at skipið nú er partvíst leyst. Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til at skula flyta bingjur av skipinum fyri at gera tað lættari, men tað verður møguliga ikki neyðugt kortini, skrivar Jyllands-Posten.

Í løtuni bíða í minsta lagi 369 skip eftir at sleppa gjøgnum veitina. Fleiri skip hava verið noydd at siglt suður um Afrika í staðin, hóast tann leiðin er longri og dýrari.

Suez-veitin er ein av mest týðandi flutningsleiðunum í heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder