Leygardagin 17. november skipar Hjartafelagið fyri evnisdegi fyri hjartasjúklingum, avvarðandi og øðrum áhugaðum í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrasystrar á B8 eru við í samrøðubólkum, ið verða deildir upp eftir sjúku, har sjúklingar hava høvi at seta spurningar og at tosa við onnur, ið hava somu sjúku.
Á skránni vera eisini fyrilestrar, undirhald og okkurt til matna.
M.a. kemur fysioterapeutur av Landssjúkrahúsinum at greiða frá, hvussu týdandi tað er at røra seg. Eisini kemur Heðin Thomsen, hjartalækni at greiða frá um hjartasjúkur, og Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi og HR-leiðari, kemur at greiða frá, hvussu tað ber til at koma aftur á arbeiðsmarknaðin eftir hjartatilburð og viðgerð. Aftaná kemur Robert McBirnie at undirhalda.
Byrjað verður klokkan 9 og endað verður uml. klokkan 14.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á [email protected] ella á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald