Evropa fekk sín stuðul frá veljarunum á valinum til ES-tingið í gjár. Veljararnir góvu samveldinum eina vitamininnspræning, og hartil varð valdsjavnvágin broytt.
Sentrum-høgra og sentrum-vinstra – altso tann siðbundna javnvágin millum høgraflokkar og arbeiðaraflokkar er ikki longur nóg mikið til at finna meiriluta í ES-tinginum.
Tað er yvirorðnaða úrslitið av ES-valinum í gjár. Flokkarnir uttast til høgru – teir, ið ynskja eitt annað ES ella als einki ES, eru vorðnir ein valdsfaktorur, og tað kann – løgið nokk – koma at geva meira vald til tey liberalu og tey grønum.
Tey liberalu og tey grønu eru gingið fram. Flokkurin Tey Grønu gjørdist næststørstur í Týdklandi, og tey grønu kláraðu seg eisini væl í Niðurlondum, Fraklandi og Írlandi. Í Spania og Fraklandi gingu tey liberalu fram, og tann liberali bólkurin stendur nú nógv sterkari í ES-tinginum.
Men óbeinleiðis gerast tey sterkari av, at flokkarnir á ytsta høgraveinginum hava tikið atkvøður og ávirkan frá teimum ”vanligu” høgraflokkunum og frá teimum siðbundnu arbeiðaraflokkunum.
Besta dømi er í Fraklandi. Har megnaði Marine Le Pen at endurtaka góða valúrslitið frá 2014. Flokkur hennara – sum nú eitur Rassembelement National – er nú størstur í Fraklandi. Sostatt stendur franski forsetin, Emmanuel Macron, við sínum nýggja flokki ikki longur sum ein bjargingarmaður fyri ES. Flokkurin hjá Macron gjørdist næststørstur í Fraklandi, men er nógv viknaður.
Líknandi úrslit sást í Týsklandi, har teir báðir stjórnarflokkarnir, konservativi CDU og sosialdemokratiski SPD vórðu revsaðir av veljarunum.
Yvirhøvur var áhugin fyri ES-valinum hægri hesaferð, enn hann fyrr hevur verið, og tað er ein sigur fyri evropeiska samstarvið í sjálvum sær. Um 50 prosent er lágt í sjálvum sær, men sammett við onnur ES-val, er hetta hægsta valluttøka í 20 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald