
Leiðin móti friði í Ukraina kann ikki avgerast uttan Ukraina, siga fleiri evropeiskir leiðarar í felags yvirlýsing, sum varð send út í gjárkvøldið.
Leygardagin var fundur millum trygdarráðgevarar úr Ukraina og fleiri sameindum londum.
Á fundinum, sum var í Stórabretlandi, luttóku m.a. embætisfólk úr USA, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Finnlandi og Póllandi.
Tað eru leiðarar úr hesum londum - undantikið USA - sum hava sent út yvirlýsingina. ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen er eisini millum avsendararnar.
Les eisini: – Evropa skal vera við í friðartilgongdini
Í yvirlýsingini stendur, at arbeiðið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump at steðga drápunum í Ukraina er kærkomið.
– Vit eru sannførd um, at tað bert er ein tilgongd, sum samantvinnar diplomati, stuðul til Ukraina og trýst á Russiska Samveldið fyri at fáa ein enda á teirra ólógliga kríggi, kann eydnast.
Samstundis verður tó undirstrikað, at Ukraina hevur frælsi til at velja sína egnu lagnu.
– Leiðin móti friði í Ukraina kann ikki avgerast uttan Ukraina.
Herfyri varð boðað frá, at amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin skulu fundast í Alaska 15. august. Sambært amerikanska NBC News verður eisini umhugsað at bjóða ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj til Alaska, men sambært russiska forsetanum, er hann enn ikki til reiðar at hitta Zelenskyj.
Les eisini: Putin enn ikki til reiðar at hitta Zelenskyj
Les eisini: Miðil: Umhugsa at bjóða Zelenskyj við til Alaska
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald