Innanlands

Exitpoll í DK: Danski Fólkaflokkurin fær lúsing frá veljaranum

Tað tykist heilt víst, at Mette Frederiksen verður forsætisráðharri í Danmark, hóast flokkur hennara gongur aftur við einum prosentstigi

2019-06-05 19:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 19.00 føroyska tíð varð Exit-poll kanning kunngjørd í Danmark Radio. Talan er um kanning, ið er gjørd við at spyrja fólk, hvat tey hava atkvøtt. Tílíkar kanningar vísa ofta rættiliga væl, hvat úrslitið av valinum verður. 

Og serliga Danski Fólkaflokkurin verður sambært kanningini stóri taparin á valinum. Flokkurin verður minni enn helmingurin enn hann er nú og gongur aftur við meira enn 11 prosentum. Flokkurin missur 19 fólkatingslimir og endar við at fáa 18 tingfólk. 

Sosialdemokratiski flokkurin gongur aftur við einum prosentstigi, men hóast afturgongdina verður Mette Frederiksen allarhelst forsætisráðharri. Tí vinstri vongurin gerst væl størri enn høgra vongurin. Bæði Eindarlistin, Radikali Vinstra flokkurin og Sosialistiski fólkaflokkurin ganga fram í valinum. Eindarlistin stendur til at fáa sítt besta val nakrantíð. 

Á høgra vonginum gongur Vinstra flokkurin og Konservativi flokkurin fram, meðan allir hinir flokkarnir ganga aftur. 

Tann Kristni-demokratiski flokkurin sær eisini út til at verða valdur í fólkatingi fyri fyrstu ferð síðani 2005, meðan bæði Nye Borgerlige og Liberal Alliance liggja beint á markinum til at verða vald. 

Rasmus Paludan og Claus Riskær Pedersen koma sambært kanningini ikki inn á fólkating á hesum sinni. 

 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder