Í fráboðan seinnapartin sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Eyðgunn Samuelsen, at í Javnaðarflokkinum arbeiða tey nú við at gera ein bráðtørvslista til fólk, sum hava bráðfeingis tørv á einum bústaði.
- Ikki øll hava møguleika at flyta inn til familju og vinir, meðan bíðað verður eftir einum leigubústaði, og tí hevur bústaðarpolitkkur hægstu raðfesting í Javnaðarflokkinum. Eitt av okkara uppskotum er, at vit skulu hava ein bráðtørvslista, soleiðis at fólk eru tryggjað tak yvir høvdið, um tey brádliga verða uppsøgd úr leigubústaði sínum, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vil vera við, at ein aktivur almennur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar øllum borgarum rætt til ein hóskandi bústað, er ein samfelagslig ábyrgd.
- Almannaverkið hevur fingið rætt til 1 av 5 íbúðum hjá bústøðum, og í Javnaðarflokkinum kundu vit hugsað okkum, at hesin ávísingarrættur varð víðkaður, soleiðis at Almannaverkið fekk rætt til 1 av 4 íbúðunum. Somuleiðis kundi bráðtørvslistin verið eitt samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið. Arbeitt verður í løtuni við, hvussu hetta ítøkiliga skal skipast.
Les fráboðanina frá landsstýriskvinnuni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald