2019-07-03 16:18
Í morginárini, hósdagin 4. juli klokkan níggju, er eykabýráðsfundur í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum. Hetta verður samstundis seinasti býráðsfundur áðrenn summarfrítíðina.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Á skránni er onnur viðgerð av fleiri málum, eitt nú heildarloysnini fyri kommunulæknaviðtalur. Eisini er reglugerð fyri stuttleikabátar, nýggj byggisamtykt í Hesti, útstykkingar, og eitt nú nýggjur bátahylur í Álakeri á skránni.
Vegna umvælingararbeiði í býráðssalinum, verður fundurin ikki stroymdur á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald